Holocaust-yvirlivari vitjar Østrøm í kvøld

Politiska støðan í Ísrael og miðeystri verður evnið á forvitnisligum fundi í Østrøm á Skálatrøð í kvøld kl.19.30. Framløguna hevur Menakhem Ben-Yami úr Ísrael.

Menakhem Ben-Yami er kendur fiskivinnufrøðingur, sum hevur virkað í nógvum londum fyri matvørustovnin hjá ST, FAO. Í hesum sambandi hevur hann fleiri ferðir verið í Føroyum.

 

Menakhem Ben-Yami kennir sum fáur til støðuna hjá jødum og Ísrael. Hann slapp, eins og konan, Hanna, á undrunarsaman hátt undan jødatýningini hjá Hitler.

 

Eisini hevur hann upplivað alla søguna hjá statinum Ísrael, og hann hevur verið við í øllum bardøgunum har,  síðan 1948. Millum annað var hann við til at bjarga seinastu jødunum úr Egyptalandi undir Suezkreppuni í 1956.

 

Á fundinum fer Menakhem Ben-Yami, sum hóast síni 89 ár er væl fyri, at greiða frá síni fatan av støðuni í Ísrael og Miðeystri.

 

Ein spurningur er, um nakar vegur er burtur úr naggatódnini sum valdar í friðarroyndunum í Miðeystri. Hvat kunnu partarnir,  hvør í sínum lagi gera, fyri at bøta um útlitini fyri friði?

 

Ein áhugaverdur spurningur er eisini, hví royndin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Ariel Sharon, at lata Gaza geiran til palistinensarar sum eitt stig móti friði miseydnaðist.

 

Ein brennandi spurningur er støðan í Sýria. Hvør er loysnin, og hvat er útlitið? Ein annars spurningur er um støðuna hjá Ísrael mótvegis Iran aftaná ta kjarnorkuavtalu, sum gjørd er.

 

Høvi verður at seta spurningar á fundinum.

 

Lena Andersen og Niclas Johannesen fara at syngja og ein drekkamuður verður aftaná.

 

Hetta er ein sjáldsama góður møguleiki at hoyra ein mann, sum veruliga kennir viðurskiftini og sum hevur eina frílynta tilgongd til loysn av støðuni.

 

Tað er Vinafelagið Føroyar-Ísrael, sum skipar fyri.