Holocaust: Øll fáa ikki virðiliga viðferð í Føroyum

Nám hevur gjørt tríggir filmar hjá Nám um Holocaust. Ein pápi vísir á, at ein bólkur av Guds skapinum enn ikki hevur fingið virðiliga viðferð í Føroyum – og tað eru tey samkuyndu.

– Sum foreldur í Føroyum føla vit, konan og eg, at ein bólkur av Guds skapningum enn ikki hevur fingið virðiliga viðferð av ávísum bólkum í almenna rúminum, og tað eru tey samkyndu. Og okkara samkyndi sonur býr av øllum býum í München, hann hevur valt tann býin fram um Føroyar.

Soleiðis sigur Petur Rouch, í einum av filmunum, sum Nám hevur gjørt í sambandi við Holocaustdagin, sum er í dag.

Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar um Holocaust, har føroyingar siga frá. Tóra við Keldu sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind Í Nazitýsklandi undir krígnum. Í dag kundi tað verið eg, sigur Tóra.

##med2##

Petur Rouch greiðir frá um ferð, hann og konan gjørdu til München at vitja samkynda sonin, Búa. Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk.

##med3##

Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun Solmunde frá um, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum.

##med4##

 

https://www.youtube.com/watch?time_continue=1&v=MK1yuyLIoF8&feature=emb_logo

 

 

https://www.youtube.com/watch?v=6WqDwRpbU2I

 

https://www.youtube.com/watch?v=SFf_-RpRrh8&feature=emb_logo