Hólmgonga á Torginum

Kaj Leo Holm Johannesen og Høgni Hoydal møtast í hólmgongu í kvøld.

Ósemjurnar millum flokkarnar í ársins valstríði hava ikki verið serliga sjónligir higartil, men í kvøld bresta tveir av størstu mótpolunum í føroyskum politikki saman, tá valfundur verður í SMS.


Tað verður ein øðrvísi valfundur, ið luttakarar kunnu vænta í SMS í kvøld. Umframt ein vanliga pallborðsfund og framførslu av Tórshavnar Manskór, so verður nevniliga eisini skipað fyri hólmgongu millum tveir av høvuðspersónunum í føroyskum politikki.


Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, og Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, fara at bresta saman á Torginum í SMS. Fyrireikararnir lova, at tað verða tey heitastu evnini í føroyskum politikki, ið teir báðir formenninir skulu kjakast um. Tað vil siga loysing/samband, fiskivinnan og vælferðina sum heild.


Áðrenn sjálv hólmgongan byrjar verður ein vanligur pallborðsfundur, har umboð fyri teir politisku flokkarnir skulu kjakast um útbúgvingar.


Umboð fyri flokkarnar eru:

Nýtt Sjálvstýri: Jógvan Skorheim

Fólkaflokkurin: Annika Olsen

Framsókn: Súsanna Olsen

Javnaðarflokkurin: Kristianna Winther Poulsen

Miðflokkurin: Rani A. Skaalum

Tjóðveldi: Sirið Stenberg

Sambandsflokkurin: Bjørn Kalsø