- Eg verði í Føroyum í tríggjar mánaðir fyri fyrst, og síðan fáa vit at síggja.
Soleiðis sigur danin Dennis Holmberg við bold.dk, nú tað er greitt, at miðvallarin spælur við B36 komandi mánaðirnar. Hann var í farna kappingarári knýttur at hópinum hjá Fremad Amager, men síðan felagið fór á húsagang hevur hann leitað eftir nýggjum arbeiðsgevara. Og hann er nú funnin.
- Vinmenn mínir hava prátað við føroyingar, sum teir kenna væl. Soleiðis havi eg fingið hendan møguleikan, sigur Holmberg við heimasíðuna.
21 ára gamli Dennis Holmberg, sum áður hevur roynt seg í Brøndby og Lyngby, leikti í alt 33 dystir fyri Fremad Amager.











