Hollendskt trýst á Føroyar – ein fyriboðan um brexit-orrustuna

Hollendingar eru kroystir, nú brexit fer at kollvelta europeiska fiskivinnu. Hava vit dirvi og spæla kortini rætt, kunnu vit standa sum vinnarar

 

Tey flestu kenna orsøkina til, at hollendskir myndugleikar á allar hægsta stigi nú royna at leggja seg út í føroyska fiskivinnu.

 

Men kortini eru tey stig, hollendingar taka í hesum døgum, púra óhoyrd. Hví fara teir so langt?

 

Eg rokni við, at ein orsøk kallast Brexit.

 

At Bretland fer úr ES, fer at skapa eitt eljustríð millum Bretland og tey lond, sum higartil hava fiskað í bretskum sjógvi.

 

Og tað er Bretland, sum hevur tey góðu kortini á hondini!

 

Umleið 70% av tí fiski, sum verður fiskaður í bretskum sjógvi, verður fiskaður av øðrum ES londum. Og virði er stórt: Undirskotið, sum Bretland hevur av at hoyra til felags fiskivinnupolitikkin hjá ES, verður mett til umleið 300 milliónir pund. Altso tríggjar milliardir krónur.

 

Onnur ES-lond vinna sostatt væl av peningi av at sleppa at fiska í bretskum sjógvi. 39% av tí fiski, danir fiska, verður t.d. fiskaður har. Virði verður mett til eina hálva milliard. Hesi virði – og mong arbeiðspláss - missir Danmark, um eingin avtala fæst um hetta í sambandi við Brexit.

 

Men fyri Holland er støðan meiri álvarsom – har verður mett, at upp móti 60% av fiskaframleiðsluni byggir á atgongdina til bretskan sjógv.

 

Á øðrum økjum hevur Bretland stórar fyrimunir av ES-samstarvinum, og stendur sera veikt í samráðingunum við ES. Men innan júst fiskivinnuna stendur Bretland sera sterkt.

 

 

Avgerðandi málið

Og júst fiskivinnan var heilt avgerandi, tá ein meiriluti av bretum atkvøddi fyri Brexit.

 

Beint fyri fólkaatkvøðuna fór ein hópur av fiskiskipum siglandi niðan gjøgnum ánna Thames í London við slagorðinum: “NÚ TAKA VIT BRETSKA SJÓGVIN AFTUR”. Myndirnar av bretskum fiskimonnnum, sum ikki sluppu at fiska í egnum sjógvi, varð mett at flyta milliónir av atkvøðum.

 

Fiskivinnan var snøgt sagt avgerandi fyri, at bretar atkvøddu sum teir gjørdu.

 

Í løtuni vóna fólk á ES-síðuni, at bretska stjórnin fer at nýta fiskivinnuna í samráðingunum á tann hátt, at onnur ES-lond sleppa at varðveita síni rættindi, um Bretland afturfyri fær góðar avtalur á øðrum økjum.

Men eg ivist.

 

 

Skotland

Fyri tað fyrsta var fiskivinnan eitt høvuðsmál í valstríðnum upp undir brexit. Tað liggur trýst á bretsku stjórnina: Hon á halda lyfta um at taka bretska sjógvin aftur.

 

Fyri tað næsta vóru – og eru – skotar hart ímóti brexit. Og fiskivinnan hevur havt stóran týdning í Skotlandi. Um stjórnin í London kann geva Skotlandi stórar, nýggjar møguleikar á hesum øki, kann hugsast, at tað fer at kyrra skotar – og, ikki minst, taka enn fleiri tenn úr teirri viknaðu skotsku loysingarrørsluni.

 

Og hvønn kemur tað fyrst og fremst at raka, um ES-lond missa síni rættindi í Bretlandi?

Púra rætt: Holland!

 

Hetta sær hollendska vinnan – og tí ger hon sjálvandi tað hon kann fyri at varðveita teir møguleikar, hon hevur aðrastaðni. Millum annað í Føroyum.

 

 

Nýggir møguleikar

Men Brexit fer eisini at hava við sær, at fiskivinnan í øðrum londum verður kroyst og má finna sær nýtt beiti. Tað verða fleiri enn hollendingar, sum fara at hyggja at tí stóra, lukrativa føroyska økinum. Og tað fer at geva Føroyum sterka samráðingarstøðu, um vit spæla kortini rætt.

 

Um ES – afturfyri eina ávísa atgongd til føroyskt sjóøki – vil taka tollin av øllum føroyskum vørum, høvdu heilt nýggir vinnumøguleikar latist upp í Føroyum, og vit høvdu kunnað vunnið nógv meira, enn vit lata.

 

Europeiska fiskivinnan stendur fyri kollveltandi broytingum.

 

Hava vit dirvi og spæla vit kortini rætt, kunnu vit standa sum vinnarar, tá ein nýggj skipan er komin. Men treytin er eitt púra greitt útgangsstøði: Fiskurin í sjónum er ogn Føroya fólks! Er tað ikki útgangsstøði, hava vit akkurát einki at samráðast við.