Hollendskir áskoðarar amok í Fraklandi

Fleiri dystir vóru á skránni í bólkaspælinum í UEFA-kappingini í gjár, og ein av hesum var dysturin í millum franska felagið, Nancy, og hellendska Feyenoord.

Allan dagin høvdu hollendskir áskoðarar gjørt um seg í annars friðarlaga býnum í Lorraine, og dysturin var ikki meir enn byrjaður, so var aftur gali. Setur og onnur ting flugu gjøgnum luftina inni á stadion, og tá 11 minuttir vóru eftir at leika, valdi norski dómarin, Espen Berntsen, at bríksla dystin av, tí tá lá eitt tjúkt lag av táragassi á vøllinum. Støðan var annars 3-0 til Nancy, tá dysturin bleiv avblástur.