Tað er ikki hissini nøvn, sum føroyska landsliðið skal royna seg ímóti, tá teir 1. juni fara á vøllin í Lausanne, har hollendska landsliðið er mótstøðan.
Hollendski landsliðsvenjarin, Dick Advocaat, boðaði mikudagin frá, hvørjar 23 leikarar hann hevur boðsent til EM-undankappingina, og tað er greitt, at flestu av hesum teljast í avgjørda europeisku toppklassanum. Eisini hóast tað vegna skaðar ikki bar honum til at boðsenda monnum sum Mario Melchoit og Jimmy Floyd Hasselbaink úr Chelsea, Paul Bosvelt úr Manchester Citu og Andre Ooijer úr PSV Eindhoven.
Tey 23 nøvnini eru: Málverjar: Edwin van der Sar (Fulham), Ronald Waterreus (PSV), Sander Westerveld (Real Sociedad). Verjuleikarar: Michael Reiziger (Barcelona), Johnny Heitinga (Ajax), Jaap Stam (Lazio), Frank de Boer (Rangers), Giovanni van Bronckhorst (Barcelona), Wilfred Bouma (PSV). Miðvallarar: Rafael van der Vaart (Ajax), Wesley Sneijder (Ajax), Edgar Davids (Barcelona), Clerence Seedorf (Milan), Philip Cocu (Barcelona), Boudewijn Zenden (middlesbrough), Mark van Bommel (PSV. Álopsleikarar: Ruud van Nistelrooy (Man. United), Patrick Kluivert (Barcelona), Pierre van Hooijdonk (Fenerbache), Roy Makaay (B. München), Andy van der Meyde (Inter), Marc Overmars (Barcelona) og Arjen Robben (PSV).