Hollendska sjúkan og føroyskur búskapur

Gordon Ejdesgaard


Búskaparliga fyribrigdið Hollendska sjúkan hevur sína longu søgu. Vit finna sjúkdómseyðkennini í Spaniu um ár 1500. Dýrur málmur streymaði til landið úr hjálondunum. Úrslitið gjørdist ein fýrfalding av prísstøðinum innan ár 1600. Ikki nakað vit í dag hugsa um sum eitt løgið fyribrigdi. Men í Spaniu var tjóðin skelka. Fyribrigdi hevur seinni fingið navnið Hollendska sjúkan.
Hugtakið er vert at taka upp, nú talað verður um búskaparliga framtíðarætlan. At leggja framtíðarætlan, so langt sum 10 ár fram, fyri samfelagið alt er ikki ráðiligt uttan at hava hugsað seg sera væl um.
Vit kenna øll hóp av ætlanum, sum eru miseydnaðar. Hetta er tí samfelags-skipanin er opin og lætt ávirkilig. Her kunnu bert nevnast dømi sum prísurin á olju og fiski sum faktorar, ið hava stóran týdning í okkara samfelag. Vit eiga tó ikki at halda okkum aftur, bert tí tað ikki hevur eydnast fyrr at leggja framtíðarætlanir.
Men sannroynd er, at trupulleikarnir vit síggja í dag eiga at geva ábyrgdarpolitikkarum nakað at hugsa um. Tó at trupulleikarnir í dag eru fyri einki at rokna sammett við kreppuna í 90-unum.
Skal ikki siga annað enn at løgmaður hevur dirvi. Tað skal til í verandi støðu. Er tó ein 10 ára ætlan ikki nakað framsøkin? Og hvussu skulu vit máta tað at vera "framkomin"ella "fremst"? Er tað til dømis í lagi, at í BTÚ/íbúgva eru vit á 3. plássi meðan bert 10% av fólkinum býr á bygd, og vit øll eru sibbar? Her er hópur av mátitrupulleikum, ikki minst at definera "framkomin" ella "fremst".
Hvør er myndin av føroyska samfelagnum um 10 ár? Og hvørja mynd ynskja vit at síggja? Eg seti spurn-ingingarnir, men hvørki kenni ella vil kenna svarið. Vil landsstýrið royna at finna svar, eru mangir partar, sum kunnu hava okkurt ískoyti til hesa framtíðarætlan. Sjálvur havi eg ongantíð lagt ætlanir longur enn 5 ár fram. Og ætlanir-nar hava kortini ongantíð hildið.
So mín viðmerking skal bert viðgera eitt møguligt ískoyti til búskapin. Eina oljuvinnu.
Aftur til Hollendsku sjúkuna. Búskaparfrøðingar fingu av álvara sjón fyri søgn eftir at Holland hevði funnið stórar mongdir av gassi í 1960-unum. Ríkidømi streymaði inn í landið av hesi orsøk. Men búskaparligi vøksturin stirnaði eftir fáum árum. Frá 1974 tá olju- og gassvinnan var minni enn 4% av BTÚ øktist henda til 8% í 1985 og minkaði síðan aftur til 2 til 3 % av BTÚ. Hetta sama fyribrygdi er kent frá Bret-landi í tíðarskeiðnum 1975-86. Fyrst knappligur vøkstur og eftirfylgjandi knapplig minking.
Trupulleikin er ikki at peningur streymar inn í samfelagið. Men at nýtslan gerst ótálmað. Peningurin verður nýttur til minni góðar og vánaligar íløgur. Høvuðstrupulleikin í allari miseruni var, eftir míni metan, at gassríkidømið varð uppfatað sum inntøka og ikki sum ognarvirði ella fæ.
Thorvaldur Gyflason, Røgnvaldur Hannesson, og Arne Jon Isachsen, professarar, hava í bókini "Hva gjør oljepengene med oss?" tikið henda spurningin upp.
Hollendska støðan sigur nógv um vandan í Føroyum. Knappliga streymar peningur til samfelagið. Úrslitið gerst tó heilt annað enn væntað. Ein trupulleiki við knappliga at gerast ómetaligur ríkur er, at tað gerst eitt stórt hol í lummanum" har peningurin er, og skuldi verðið liggjandi. Manna millum er fyribrigdið "easy come easy go" ikki ókent.
Minnist meg rætt, var ein feril av vælverukenslu manna millum fyri stuttum her á landi. Staddur í Grønlandi seinastu árini var tað eitt sindur ørkymlandi at síggja, hvussu menn knappliga broyttust. Eg haldi, at rættari er at kalla fyribrigdið fyri fíggjarliga rúsgleði.
Sum búskaparligt fyribrigdi er oljuvinnan væl ikki annað - stutt sagt - enn at finnur ein eitt oljunám, fær oljuna til høldar, selur hana, og so goymur tað veruliga gullið- nevniliga peningin. Nýta vit peningin er hitin stokkutur. Hollendska dømið var timburmenn. Peningurin var nýttur - og hvat so? Jú, fólk gjørdust arbeiðsleys, undirskot á fíggjarlógini o.s.fr.
Høvuðsmunurin millum hollendingar og norðmenn var at norðmenn ikki hava uppfatað oljuna sum inntøku, men sum ogn. Støðisfæið olja bleiv umbroytt til pening. Norðmenn av-markaðu seg til at nýta av-kastið av peninginum til samfelagið. Nógv tann stórsti parturin av norska oljupeninginum er umgjørdur til virðisbrøv.
Norðmenn hava lært seg búskaparligt hovsemi. Heldur liva av rentuni enn at halda eitt rimmar gildi - og so leita eftir syndabukkum tá peningurin er burtur.


Kjarnin í viðmerking míni er, at finna vit olju eigur uppfatanin at vera, at talan er um ogn. Harnæst at flyta rættin at ráða yvir peninginum í grunn, sum er leysur av politisku skipanini. Hetta fyri at tryggja búskaparligt hovsemi.

Sjálvur haldi eg, at olju/ gassvinnan hevur víst seg at hava stóran týdning fyri samfeløgini, vit væl kenna. Summi hava ringar royndir summi frægari. Mín niðurstøða er, at hovsemi er loysnin. T.d. vitja ikki ferðafólk Kuweit ella aðrar oljutjóðir. Heilt einfalt tí alt er ov kostnaðarmikið fyri vanlig ferðafólk.
Politiska skipanin hevur alla ábyrgdina av, at okkara náttúrutilfeingi, tað verið seg fiskur ella olja og gass, skulu umsitast. Her eiga vit at hugsa øðrvísi, verður talan um olju. Munurin á livandi tilfangi og olju er, at oljan knappliga ikki er meira. Gera vit sum hollendingar, gerst hitin stokkutur.
Tann moralski spurningurin er hvørt vit, sum í dag liva, skulu nýta gott av tí tilfeingi sum møguliga finst. Her kemur kjakið um burðardygga fíggjarliga leiðslu inn í myndina. Nakað vit ikki hava sæð nógv til. Talan er er her um fíggjarstýring og als ikki talan um stýring av eini komandi oljuvinnu, ikki hvør er innan oljuvinnuna, men hvør hevur tamarhald á tí peningi, sum fæst frá inntøkuni.
Ein 10 ára ætlan krevur uttan iva umhugsni og innlit og eitt sera stórt arbeiði av mongum klókum høvdum, fyri ikki at tala um tann politiska partin.