Hollendskur stjørnu miðvallarleikari verður ikki við liðnum til HM, tí hann hevur fingið skaða í tjúkkan undir venjing.
31 ára gamli Rafael van der Vaart við 109 landsdystum var hin mest royndi í 30 mans bruttohópinum hjá Louis van Gaaltil kappingina í Brasilia.
van der Vaart var við í HM kappingunum í 2006 og 2010, men verður ikki við í 23 mans hópinum, sum verður úttikin leygardagin.
Hollendska liðið spælir í bólki B við Spania, Kili og Australia.
Rafael van der Vaart, sum hevur spælt fyri Ajax, Real Madrid og Tottenham, hevði eina trupla kapping við Hamburg, og var úti í einum niðurflytingardysti móti Greuther Fuerth.
Bruttohópurin hjá hollandi er nú komin niður á 29, og hevur Robin van Persie frá Manchester United sum ein av sjey leikarum frá Premier League.
van Persie byrjaði bert ein dyst fyri Manchester United, eftir at hann fekk ein knæskaða í mars.
Swansea leikararnir, Michel Vorm og Joanathan de Guzman vórðu eisini úttiknir saman við Newcastle málverjanum, Tim Krul, Aston Villa verjuleikaranum, Ron Vlaar, Norwich miðvallarleikaranum, Leroy Fer og Manchester City verjuleikaranum, Karim Rekik, sum hevur verið lántur út til PSV Eindhoven.
Arjen Robben frá Bayern München, Wesley Sneijder frá Galatasaray og Dirk Kuyt frá Fenerbache vóru millum kendu leikararnar, sum Louis van Gaal hevur úttikið.










