Hollendsk stjørna í samráðingum við FC Midtjylland

Fyrrverandi Real Madrid-leikari fer møguliga at spæla í donsku Superliguni.

Sunnudagin blivu nógvir fótbóltsáhugaðir danir ovfarnir, tá ið sjónvarpsmyndir fangaðu hollendska Rafael van der Vaart, ið sat á VIP-plássunum saman við høgu harrunum hjá danska FC Midtjylland og hugdu eftir dysti felagsins. Danskir miðlar fóru skjótt at spinna søgur um, at niðurlendski miðvallarin var ávegis til FC Midtjylland - serliga tí, at unnustan hjá van der Vaart til dagliga spælir hondbólt og býr í Esbjerg.

 

Eftir dystin avsannaði stjórin hjá FC Midtjylland, Claus Steinlein, at tað var hugsandi, at van der Vaart kom til felagið. Claus Steinlein segði, at van der Vaart bara ,,hevði hug at síggja leikvøllin og vitja felagið".

 

Men sambært danska TV3Sport, so hevur van der Vaart meira í hyggju enn bara at vísa MCH Arena, ið er leikvøllurin hjá FC Midtjylland. Danski miðilin sigur seg vita, at faðir Rafael van der Vaart og leikarin sjálvur eru í samráðingum við FC Midtjylland um eitt møguligt skifti til Herning frá spanska Real Betis, ið er seinasta felagið, sum van der Vaart hevur umboðað.

 

TV3Sport skrivar eisini, at tað hevur verið virksemi á einum hotelli í Ikast, har van der Vaart allar helst býr í hesum døgum. Eftir øllum at døma hava samráðingar verið á skránni har.

 

Rafael van der Vaart er í dag 33 ára gamal, og hevur hann havt eina flotta yrkisleið, har hann hevur umboðað Ajax, Hamburger SV í tveimum umførum, Real Madrid, Tottenham og síðani Real Betis, ið ikki vil vita av miðvallaranum longur. Frá 2001-2013 spældi van der Vaart heili 109 landsdystir fyri Niðurlond.

 

Sostatt er hugsandi, at danska Superligain, har fýra føroyingar húsast, verður eina stjørnu ríkari. 

 

Í FC Midtjylland spælir føroyski Jákup Thomsen eisini. Hann hevur verið við í besta hópinum í nøkrum fáum umførum, men spælir fyri tað mesta á U19-liðnum hjá felagnum.