Klokkan átta í morgun kom hollendska ferðamannaskipið MS Veendam á Havnina.
Umborð á skipinum er pláss fyri 1350 ferðafólkum, umframt at 568 starvsfólk ganga teimum til handa. Núverandi skiparin umborð er Eric Van Der Wal.
Skipið er 219 metrar til longdar og 31 metrar breitt.
MS Veendam er skrásett í Hollandi, tó at tað um veturin hevur heimstað í amerikanska stórbýnum New York.
Skipið fer avstað aftur klokkan 15 í dag.