Hollendingar góðar vónir

Kekkia og Holland komu víðari frá bólki D, og í fjórðingsfinalunum skal Kekkia spæla ímóti Danmark og Holland ímóti Svøríki.
Hollendski landsliðsvenjarin Dick Advocaat var í góðum hýri eftir 3-0 sigurin á Letlandi í mikukvøldið.
? Vit spældu disiplinerað í fýrra hálvleiki, og teir fingu bara ein hálvan kjans. Vit vistu, at um vit góvu teimum pláss, so kundu teir gerast vandamiklir, segði landsliðsvenjarin, sum hevði góðar vónir til fjórðingsfinaluna.
? Nú skulu vit spæla ímóti Svøríki. Tað er eitt lið, sum vit vita alt um, og sum vit eiga at vinna á, segði Advocaat.