Holland vann bólk B

HM: Holland tryggjaði sær 1. plássi í bólki B við 2-0-sigri á Kili.

Fyrsti bólkurin í HM-endaspælinum er nú liðugur. Talan er um bólk B, har Holland og Kili í kvøld dystaðust um at sleppa víðari sum 1-ari í bólkinum. Tað var nevniliga greitt frammanundan, at bæði liðini longu vóru tryggjaði víðari luttøku frammanfyri Spania og Avstralia.


Endaði dysturin í kvøld við javnleiki, so slapp Holland víðari. Hetta sást eisini væl á vøllinum, har Holland spældi verjukent, meðan Kili royndi at bróta ígjøgnum. Holland royndi seg mest við mótálopum og í fyrra hálvleiki var tað eisini Arjen Robben, sum átti størsta møguleikan, men bóltin sendi hann lúkst framvið stongini og var hálvleiksstøðan tí 0-0.


Tað var ikki fyrr enn ímóti dystarenda, at Holland byrjaði at bíta frá sær. Tá vóru teir úr Kili vorðnir troyttir – og tað kostaði. Fyrst var tað Leroy Fer, sum stútaði eitt hornasparksinnlegg í netið til 1-0, og í yvirtíðini staðfesti Memphis Depay ein 2-0-sigur til Holland, tá ið hann gagnnýtti eitt gott innlegg frá Arjen Robben. Báðir málskjúttarnir vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki.


Við 2-0-sigrinum vann Holland bólk B frammanfyri Kili, sum eisini sleppur víðari. Spania og Holland dystaðust í kvøld um eitt týdningsleyst 3. pláss, og tann dystin vann Spania við málum frá David Villa, Fernando Torres og Juan Mata.


Holland - Kili 2-0 (0-0)
1-0: Leroy Fer, 77.
2-0: Memphis Depay, 91.


Holland: Jasper Cillessen - Daryl Janmaat, Ron Vlaar, Stefan de Vrij, Daley Blind, Dirk Kuyt (89. Terence Kongolo) - Georginio Wijnaldum, Wesley Sneijder (75. Leroy Fer) Nigel De Jong - Jeremain Lens (69. Memphis Depay) Arjen Robben.

Kili: Claudio Bravo - Eugenio Mena, Mauricio Isla, Gary Medel, Gonzalo Jara - Charles Aránguiz, Felipe Gutierrez (46. Jean Beausejour) Francisco Silva (70. Jorge Valdivia) Marcelo Díaz - Eduardo Vargas (81. Mauricio Pinilla) Alexis Sánchez


Dómari: Bakary Papa Gassama (Gambia)