Hollendsku mynduleikarnir hava avlýst øll størri tiltøk fram til 1. septembur. Tað hevur fingið hollendska Fótbóltssambandið at avlýsa landskappingina, sum hevur heitið The Eredivisie.
Hollendska Fótbóltssambandið, KNVB, boðar eisini frá at ongin meistari verður funnin og ongin niðurflytari verður. Í toppinum merkir tað, at meistarastríðið millum sigursvanda Ajax og AZ Alkmaar er av. Tey eru ájøvn í stigum.
Í botninum er hetta ein lætti fyri feløgini undir niðurflytingarnar strikuni, men samstundis ein uppflytingarnar møguleiki, sum bivur vekk hjá teimum í næstbestu deildini. Tað hevur millum annað fingið øði í felagnum Cambuur, sum er 11 stig fremst í næstbestu deildini.
- Hetta er kennist sum tann mest vanæriliga avgerðin í hollendskari ítróttarsøgu, sigur venjarin hjá Cambuur, Henk de John, við hollendskt útvarp.
BBC skrivar eisini, at hollendska Fótbóltssambandið viðgongur at onkur verður fyri órøttum av hesum, men at heilsan hjá fólkinum kemur í fremstu røð. Eisini verður sagt, at feløgini sleppa í Evropa alt eftir havr tey eru á stigatalvuni í dag.