Tað er eisini staðfest eftir dystin í dag, at fyri fyrstu ferð nakrantíð fer eitt landslið úr Europa at vinna HM uttanfyri Europa. Tí í hini hálvfinaluni eru Spania og Týskland.
Holland kom best frá byrjan, tá vinstri bakkurin, Giovanni Van Bronckhorst, smekkaði til úr áleið 30 metrum og skoraði nakað sum minnir um ársins mál. Bólturin brast í handari stong og inn, tætt við trýkantssamankomingina. Uruguay javnaði stutt fyri hálvleikssteðgin og sjálvandi var tað Diego Forlán, ið skoraði.
Tjúgu minuttir fyri tíð legði Wesley Snejider Holland á odda. Málið var eitt sindur umtalað, tí tað er eitt sindur av ivamál um dómarin skuldi havt bríkslað fyri rangstøðu. Løtu seinni avgjørdi Arjen Robben dystin til fyrimuns fyri Holland. Í evstu løtu minkaði Maxi Pereira um munin, men Uruguay megnaði ikki at fáa útjavnaði málið, hóast teir trýstu seinastu minuttirnar.
Hin hálvfinalan verður í morgin kl 19.30 millum Týskland og Spania.
Uruguay-Holland(1-1) 2-3
0-1 Gio Van Bronckhorst (18)
1-1 Diego Forlán (41)
2-1 Wesley Snejider (70)
3-1 Arjen Robben (73)
3-2 Maxi Pereira (90+2)









