Tey telja atkvøður í Írlandi til ES-valið, sum var í gjár. Mynd: Clodagh Kilcoyne/Reuters/Ritzau Scanpix

Holland byrjar evropiska valið – Italia endar

Val er til ES-Tingið í hesum døgum. Valið er í fýra dagar. Eingi úrslit mugu almannakunngerast, fyrr enn síðsta valstaðið steingir

 

Tey telja atkvøður í Írlandi til ES-valið, sum var í gjár. Mynd: Clodagh Kilcoyne/Reuters/Ritzau Scanpix

Í Danmark er valið til ES-Tingið í dag, og tað er tað eisini í teimum flestu ES londunum. Men nøkur av teimum 27 ES londunum hava longu havt valið í døgunum 6.-8. juni.

Undir øllum umstøðum, so mugu úrslitini ikki almannakunngerast, fyrr enn síðsta valstaðið í ES steingir. Tað er í kvøld klokkan 23 í Italia.

Her eru tíðirnar, tá valstøðini steingja í teimum 27 ES londunum:

* Holland: 6. juni klokkan 20.

* Írland: 7. juni klokkan 21.

* Kekkia: 8. juni klokkan 13.

* Malta: 8. juni klokkan 21.

* Slovakia: 8. juni klokkan 21.

* Belgia 9. juni klokkan 13.

* Luxembourg: 9. juni klokkan 13.

* Eysturríki: 9. juni klokkan 16.

* Kýpros: 9. juni klokkan 17.

* Týskland 9. juni klokkan 17.

* Grikkaland: 9. juni klokkan 17.

* Estland: 9. juni klokkan 18.

* Finnland: 9. juni klokkan 18.

* Kroatia: 9. juni klokkan 18.

* Ungarn: 9. juni klokkan 18.

* Letland: 9. juni klokkan 18.

* Litava 9. juni klokkan 18.

* Slovenia: 9. juni klokkan 18.

* Bulgaria: 9. juni klokkan 19.

* Danmark: 9. juni klokkan 19.

* Spania: 9. juni klokkan 19.

* Frankaríki: 9. juni klokkan 19.

* Portugal: 9. juni klokkan 19.

* Rumena: 9. juni klokkan 20.

* Póllen: 9. juni klokkan 20.

* Svøríki: 9. juni klokkan 20.

* Italia: 9. juni klokkan 22.

Kelda: EU-Parlamentets kontor i København.

/ritzau/

 

Tey telja atkvøður í Írlandi til ES-valið, sum var í gjár. Mynd: Clodagh Kilcoyne/Reuters/Ritzau Scanpix