Holgar og Villmenn hevur spælt nógv kring Føroyar og stendur altíð fyri góðum undirhaldi, men nú verður allur larmurin tikin burtur úr ljóðmyndini, og tað kann illa gerast annað enn spennandi, harafturat er tiltakið ókeypis.
Leygarkvøldið verður góður dansur á skránni í Glitni. Tá fara Sólva Ford og vinfólk at spæla góðan og vælsvingandi dansitónleik. Ókeypis atgongd fram til midnátt.









