Í 1978 byrjaði Holger Hansen í starvi hjá P/f Poul Hansen. Herfyri gavst hann fyri aldur, eftir full 40 ár í starvi í fyritøkuni.
Í tí sambandi varð hann heiðraður við at fáa handað Den Kongelige Belønningsmedalje.
Á myndini stjórin hjá P/f Poul Hansen, Høgni Hansen, og Holger Hansen.
Tað var Kristian IX, kongur, sum byrjaði at handað Den Kongelige Belønningsmedalje. Tað er sitandi monarkur, sum avger, hvør skal fáa hana. Nú á døgum verður hon fyrst og fremst givin sum eitt tekin fyri langa og trúgva tænastu í vinnulívinum.
Medaljan verður vanliga handað eftir 50 ára trúgva tænastu, men um arbeiðsforholdið endar eftir 40 ár, verður hon eisini handað, sum í hesum førinum. Vanlig arbeiðsfólk fáa eina silvurmedalju, funksjonerar silvurmedalju við krúnu á og leiðarar eina gullmedalju.
Á forsíðuni á medaljuni er vangamyndin hjá Margretu, drotning, við orðunum MARGARETA II og REGINA DANIÆ.