Leitað hevur verið í eitt heilt døgn eftir tíára gamla Holger Kragh, sum um 10-tíðina gjáramorgun hvarv í skógini. Hann er nú funnin í øllum góðum. Ein stór løgreglustyrki hevur í eitt heilt døgn leitað eftir einum tríára gomlum dreingi, sum hvarv undir einum skógtúri saman við foreldrunum.
Hetta hendi um 10-tíðina gjáramorgunin, men nú vita donsk bløð at siga, at lítli drongurin er funnin aftur í øllum góðum. Tað var sambært løgregluni ein vanligur borgari, sum fann dreingin.
Sum skilst á donsku miðlunum eru øll ógvuliga rørd av hendingini, og reportarin hjá TV2 News fekk ikki hildið tárunum aftur, tá hon greiddi hyggjaranum frá um lukkuliga endan á dramainum.
Drongurin er nú førdur saman við foreldrunum, sum eru ovurfegin um góða endan á skelkandi náttini, skriva danskir miðlar.