Holger Arnbjerg heiðraður

Í sambandi við at Markleys útbúgving varð hildin fyri tjúgundu ferð 25. oktober varð Holger Arnbjerg heiðraður.

 

Ráðstevnan, sum varpar ljós á útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands, varð fyrstu ferð hildin í Norðurlandahúsinum tann 3. desember í 2003.

 

Holger Arnbjerg er stigtakari til ráðstevnuna, og hann hevur miðvíst arbeitt við at menna ráðstevnuna til tað, hon er í dag.

 

Djóni Nolsøe Joesen, landsstýrismaður nýtti høvið til at takka Holger fyri hansara ótroyttiliga arbeiði í hesum sambandi.

 

Hetta skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið á www.bumr.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.