Holgar og teir villu

 

Holgar og hansara villu menn hertóku Tjóðpalin á Asfalt

 

Fjøldin frammanfyri Tjóðpallin var kanska ikki so stór, men hetta tóktist ikki at gera mun hjá Holgari og Villmonnum. Skuldin var nokk heldur ikki teirra, tí Stórbandittarnir stjólu myndina eina løtu, tí teir spældu samstundis og teirra tónar náddu út á gøtuna, so fólk forvitnaðust har eina løtu, áðrenn tey tóku seg saman at vita, hvat møguliga hendi á øðrum pallum.

Og Holgar og Villmenn spældu eina sannførandi framførslu, og tað tóktist, sum meintu teir hvønn tóna og hvørt orð. Og tað gjørdu teir helst eisini.

Stílurin er ikki at fara skeivur av: hetta er avlegari frá eyðkenda vágasoundinum, men Holgar og teir hava givið hesum egið snið og hava skrivað seg í føroysku tóneikasøguna sum ein bólkur, ið ikki er ein og hvør.

Teir hava nakað, sum ongin annar hevur og teir spæla so hjartaliga.

Framførlan á Asfalt prógvaði eisini, at teir hava nakað, ið teir vilja út við, og teir duga at gera tað á sín hátt.

Jú, teir eru villir, og hóast manningin ikki júst hoppaði og dansaði og pallinum, so var lív holgari og hansara monnum.