Leygarkvøldið fara gittarspælarin, Holgar Jacobsen og sangarin, Tórfríð Tavsen, at hava konsert í Leikalund í Klaksvík
Á konsertini fara tey bæði at spæla og syngja løg av fløguni Ongan veg og helst verður okkurt nýtt lag at hoyra eisini.
Hóast tey hava sungið og spælt saman í eina tíð, er hetta teirra fyrsta konsert í Klaksvík.
Holgar Jacobsen er kendur úr Føroyska tónleikalívinum bæði sum solistur og limur í ymiskum bólkum eitt nú Villmenn og Tinganest.
Holgar hevur givið nógvar fløgur og bond út. Við fløguni Ongan veg frá 2010 hevur hann veruliga fingið gjógnumbrot sum solistur.
Holgar Jacobsen hevur havt Tórfríð Tavsen við sær á nøkrum konsertum og hon verður eisini við á komandi fløgu hansara, sum væntandi kemur út seinni í ár.