Holgar er Vestmenningur, sonur Bodil og Kjartan Nielsen.
Sum ungur arbeiddi hann á Vestmanna Skipasmiðju, har hann lærdi til sveisara. Hann er eisini útbúgvin byggiteknikari. Hann arbeiddi á plastverksmiðjuni Tór Plast í Vestmanna frá fyrst í 80-unum til 1992/93. Í 1993 var hann í Grønlandi, har hann var við til at starta upp eina plastverksmiðju. Á sumri 1994 fór hann til Danmarkar, har hann eisini arbeiddi á eini plastverksmiðju, til hann kom aftur til Føroya í 1996 og fekk starv hjá Kemilux í Havn, har hann arbeiðir sum virkisleiðari í dag. Holgar er giftur við Andreu Julionnu, f. Olsen, úr Vestmanna, tey eiga fimm børn.
Holgar spældi í nøkur ár við VÌF, og var hann ein av bestu hondbóltsspælarunum í landinum og ein framúr góður svimjari, og fekk hann onkra gullmedalju í svimjing. Hann er eisini dugnaligur til at gera mat, og plagar hann at hjálpa beiggja sínum, Gunduri Nielsen, at matgera til veitslur o.l. Eisini er hann stórskemtari og dugir væl at undirhalda á veitslum og samkomum.