Holgar Jacobsen verður serligi gesturin, tá open stage / open mic verður í Perluni mikukvøldið 1. juli.
Holgar hevur seinastu árini fingið nýtt flog sum listamaður, eftir at hann fór solo og lat villmanna tilveruna liggja eftir har vesturi.
- Seinastu útgávurnar hava víst ein nærleika og dýpd, ið løgini hjá Holgari ikki fingu í rokkhaminum, ið tey fyrr vóru framborðin. Hetta er ein innilig, rá rødd á føroyska tónleikapallinum, skriva fyriskipararnir.
Tá Holgar hevur hitað fjøldin upp, taka vertirnir í MonkeyRat Duo taka yvir.
Eftir hetta verður pallurin latin upp fyri tey, ið vilja sleppa at royna seg.Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt.
- Tiltakið er ætla at vera ein ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki, siga tey frá Reinsarínum.
Anna og Arnold úr MonkeyRat eru vertir, og hvørt mikukvøld hava tey boðið einum serligum gesti at framføra.