Vágakrunarin Holgar Jacobsen hevur konsert í Sirkus í kvøld. Síðan seinastu útgávuna hevur Holgar spælt kring landið, ofta saman við Tórfríð Tausen, men í kvøld er hann solo.
Holgar fer at spæla løg av fløgunum "Kanska tú svav" og "Ongan veg", sum báðar fingu góðar dómar og 5 av 6 stjørnum frá ummælarum í Kringvarpinum.
Holgar hevur eitt rátt útrykk og framúrskarandi løg og tekstir.
Disking omaná er við Klein. Tað er ókeypis atgongd.
Holgar spælir í kvøld hóskvøldið kl. 21. í Sirkus í Vágsbotni í Havn.










