Holgar hevur gjørt eitt jólalag

Holgar Jacobsen, kanska best kendur úr Tinganest og Holgar og Villmenn, hevur gjørt ein heldur øðrvísi jólasang, sum nú er at hoyra á Youtube.

- Sangurin er merktur av lívsins álvara. Eg havi skrivað og innspælt sangin heima hjá mær sjálvum, bara við gittara og sangi, eitt myrkt veturskvøld á Liðabrekkuni, skrivar Holgar Jacobsen sjálvur um sangin, sum hann nevnir Jólasangur til hina fjøldina.

 

Trýst á pílin ovast fyri at hoyra sangin.