Tónleikarin Holgar Jacobsen hevur givið sítt næsta staklag "Glóðin" út í gjár. Hetta er ein verkætlan, har Holgar ætlar at samla eini 10 løg á eina LP plátu, og ætlanin er at fáa tvey løg út aftrat í ár.
Manningin á hesum lagnum er: Jóan Jakku Guttesen bass og kór, Dánjal Tavsen tangentar, Høgni Klakkstein trummur og Holgar Jacobsen gittar og sang.
Upptøkurnar eru gjørdar í Klaksvík og Sørvági. Lagt til rættis hevur Holgar Jacobsen, og miksað og mastrað hevur Dánjal Tavsen.
##med2##