Holgar Jacobsen ? sang og gittar
Steven Foggin ? trummur
Jákup á Stongum ? gittar og kór
John Edvin Joensen ? bass
Bólkurin er mannaður við trimum sørvingum og einum breta, sum er búsitandi í Miðvági. Sørvingarnir eru kendir innan føroyska tónleikaheimin, líka síðan síðst í trýss-unum.
Manningin hevur verið við á fleiri fløguútgávum: Við Randandi Fjøll, Ghost Riders, Jørgen & Jákup og »Súrt og fólkaligt« við Villmonnum.
Tónleikurin fevnur, sum nevnt í síðstu fløguútgávuni, heilt frá súrum til fólkaligt. Til konsertina hesuferð er tónleikurin mest rockur, kanska enntá harður rockur, sjangran er tó ikki so at seta í bólk! Tiltikni vágasoundurin má sigast verða toygdur í hvørjari lykkju.
Bretin, sum spælir við villmonnunum er Steven Foggin, sum er tónleikalærari í Musikskúlanum, og sum er stinnur at spæla trummur.









