Holgar á ferð

Holgar er aftur fløgutøkur og spælir fríggjadagin í Havn og í Gøtu.

Holgar Jacobsen er aftur úti við fløgu. Hendan næsta solofløga hansara nevnist Kanska Tú Svav.

Holgar er millum virknastu tónleikarar á palli, og í morgin, fríggjadagin, er tvær konsertir á skránni.

 

Klokkan 16 spælir Holgar útgávukonsert í handlinum hjá Tutl í Havn. 

 

Seinni, nevniliga klokkan 21, fer Holgar á pall í Tøting í Gøtu. Har fer eisini Niels Midjord á pall við sínum Choen tulkingum.