Hol í Suðuroynni

   

Nógv er tosa og alt ov lítið er gjørt fyri at seta hol á tunnil millum Hov og Øravík, sum kann gerast uppá umleið eitt ár. Nú, linjuføringin kann broytast og kostnaðarætlanin er á sama støði, er bert eftir at fara í gongd.
At draga arbeiði út yvir fleiri ár er hol í høvdi, tí tað ger alt dýrari. Avtala má tí gerast við arbeiðstakarin um at gjalda yvir fýra til seks ár.
Komandi samgonga má seta hesa verkætlan í gongd beinanvegin og somuleiðis hava tunlar til Hvalba og Fámjin við í framtíðarætlanum.