John Johannessen
av Christiansborg
Klokkan fimm minuttir yvir eitt komu umboðini fyri bæði londini inn í forsætismálaráðið. Leiðin gekk beinleiðis inn í speglsalin, har føroyingarnir og danirnir fingu sær ábit áðrenn farið varð undir samráðingarnar. Á matarskránni stóðu sild, kotelettir, ostur og hvítvín, so sigast kann av sonnum, at talan var um danskt ábit.
Hýrurin góður
Tað var heilt greitt, at hýrurin var góður bæði á føroyingum og dønum, tá teir komu inn í forsætismálaráðið. Tó tóktust fólk ógvuliga spent, eins og náttúrligt er.
Eisini í tronga pressurúminum her á Christiansborg er spennigurin í hásæti í løtuni, hóast eitt sindur av tekniskum trupulleikum hava verið. Her sita um 10 fjølmiðlafólk og senda tíðindi heim til Føroya við jøvnum millumbilum.
Útvarpið er væl umboðað við fýra fjølmiðlafólkum. Sjónvarpið hevur eisini fólk á staðnum og bæði tey stóru bløðini, Dimmalætting og Sosialurin er umboðað við hvør sínum blaðmanni og hvør sínum myndamanni.
Ein spildurnýggjur føroyskur miðil er eisini á staðnum. Talan er um eina internettíðindatænastu hjá olivant, ið Brynhild Thomsen frá Føroysku tíðindatænastuni røkir.
Danir stóran áhuga
Eisini danskirfjølmiðlar eru væl umboðaðir í statsministeriinum í dag. Her ganga sjónvarpsfólk, útvarpsfólk og blaðfólk innar á gólvið í føroyska fjølmiðlarúminum og spyrja um støðuna í Føroyum, nú farið er undir samráðingarnar.
Men enn ber ikki til at siga so nógv, tí beint nú sita partarnir í stongdum rúmi saman.