Kommunusamanlegging
? Tað er heilt hol í høvdið, at kollfirðingar eru misnøgdir.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, skilir als ikki misnøgdina hjá kollfirðingum , eftir at tey løgdu saman við Tórshavnar Kommunu.
Borgarstjórin sigur, at síðani Kollafjørður og Havnin løgdu saman, er nógv hent í Kollafirði og nógv meiri er á veg.
?Men kollfirðingar mugu ikki gloyma, at kommunan er ein heild og skal byggjast út sum ein heild og tí gongur tað kanska ikki akkurát so skjótt, ið summir høvdu hugsað sær.
Jan Christiansen vísir á, at var Kollafjørður ein kommuna fyri seg, hevði hon kunnað bygt út fyri einar fýra millónir um árið, tí størru kvotu fingu tey ikki eftir treytunum hjá landsstýrinum.
?Men nú Kollafjørður og Havnin hava verið ein kommuna í tvey ár, hava vit bygt út í Kollafirði fyri einar 40 milliónir. Og nógv meiri er á veg, bæði skúli og ítróttarhøll, so tá ið tað er bygt afturat um ikki so langa tíð, eru útbyggingar gjørdar í Kollafirði fyri upp ímóti 80 milliónum.
? Vóru kollfirðingar einsamallir, hevði tað tikið teimum eini 15 ár at gjørt tað sama, sum nú verður gjørt eftir nøkrum heilt fáum árum.
Nógv er gjørt og nógv skal gerast
Jan Christiansen sigur, at av tí, sum er gjørt í Kollafirði, er nógv tað mesta lagt í at byggja havnina út.
? Og tað kann sigast við vissu, at eitt stórt virki sum Kloosterboer, varð ikki lagt í Kollafirði, var bygdin ikki løgd saman við Havnina, tí tað skuldi byggjast so nógv út.
?Og vit hava somuleiðis gjørt kollfirðingum greitt, at skúlin skal byggjast út, so at 8. og 9. flokkur eisini kunnu ganga í skúla har í bygdini. Samstundir hava vit keyt hús til barnagarð og, umframt at bygt er upp í Skótahúsið so at barnagarður eisini kann vera har.
?Men vit mugu eisini leggja útbyggingarnar so til rættir, at vit fyrst byggja út, har tørvurin er størstur og har hava aðrir skúlar havt nógv størri tørv á útbygging.
Tað er eisini ætlanin at byggja ítróttarhøllina. Í tí sambandi situr ein áhugabólkur og arbeiðir, men býráðið hevur ikki fingið eitt endaligt úrslit frá teimum enn.
?Væntandi byrja vit uppá skúlan næsta ár. Men í 2003 hava vit raðfest barnaansingina hægst, so nógv tað mesta verður brúkt til tað næsta ár. Men 2004 verður árið við teimum stóru skúlaútbyggingunum, so tá verður skúlin í Kollafirði vónandi eisini bygdur út, men eg kann ikki siga tað við vissu.
Borgarstjórin leggur tó afturat, at tá ið hetta valskeiðið er runnið um tvey ár, er onki at ivast í, at heilt ítøkilig stig tikin til bæði skúla og ítróttarhøll.
? At Heðin Mortensen hevur lovað teimum ítróttarhøll í ár, má standa fyri hansara egnu rokning, tí tað er ein avgerð, sum hann ikki kann taka einsamallur.
Slepst ikki undan
Borgarstjórin heldur, at tá í kollfirðingar eru farnir frá einari skipan, har tey vóru ein kommuna fyri seg, til eina aðra skipan, har tey hoyra undir havnini, slepst ikki undan eitt sindur av misnøgd her og har.
? Men vit, sum sita í býráðnum, eru ikki vald at tæna einstaklingum ella ávísum býlingum. Og vit mugu tíverri ásanna, at nógv av tí, sum er gjørt í Havn, á Argjum og í Kollafirði, seinastu árini, eru loysnir, har einstakir trupulleikar verða loystir fyri seg, uttan at hugsa um heildina og tað er mangan ómetaliga trupult, dýrt og tíðarkrevjandi at koma afturum aftur.
? Og vit mugu eisini ásanna, at onkrar av teimum avgerðum, sum vórðu tiknar í Kollafjarðar Bygdaráði seinastu tíðina áðrenn samanleggingina, vóru ógvuliga óhepnar og bera brá av, at bygdaráðið ætlaði at skumpa mál ígjøgnum áðrenn samanleggingina.
? Tað hendi eitt nú, tá ið Kollafjarðar Bygdaráð gav byggiloyvi til vanlig virki niðri á havnalagnum, har tey skjótt kunnu verða ein stór forðing fyri at byggja kommununi út í sambandi við tað, sum hevur við sjógvin at gera.
?Vanlig virki kunnu verða allastaðni og tí tóku vit tilsøgniuna um byggiloyvi á havnalagnum aftur, Men tíverri hava vit so hinvegin heldur ikki verið før fyri enn at víst teimum á onnur stykki, og tað er at harmast um, sigur borgarstjórin.
? Men vit arbeiða við eini heildarætlan fyri Kollafjørð, har bæði útstykkingar til sethús, handil og ídnað eru, og hendan heildarætlan verður løgd fram fyrst í komandi ári.
Kollfirðingar hava eisini fingið bussleið fleiri ferðir um dagin, har ferðaseðlarnir kosta tað sama sum hjá havnafólki annars og tað er ein dýr loysn.
Hann viðgongur tó, at Kollafjørður er so mikið langt burtur, at hann eigur at hjava eina ávísa umsiting fyri fyri seg og tí er ein kommunalur arbeiðsformaður nú settur at loysa teir smáu gerandis trupulleikarnir ,sum stinga seg upp við brostnum gøtuljósum o.s.fr.
? Vónandi kann hetta loysa teir smáu trupulleikarnar, sum í Kollafirði, men øll tey stóru málini verða løgd til rættis av umsitingini í Havn, tí soleiðis má tað vera, sigur Jan Christiansen.