Tó at Havstovan staðfesti, at fleiri fiskar høvdu hol á maganum, var ikki líkt til, at teir vóru illa fyri, ei heldur sjónliga rak Á yvirlitstúri hjá Magnusi Heinason hava tey staðfest fleiri fiskar við holi á maganum.
Hetta fyribrigdi hava tey sæð bæði hjá hýsu, toski og upsa.
Holini hava verið ymisk til støddar, úr 1-2 mm. í tvørmát.
Tó at fiskarnir høvdu hesi hol á maganum, var ikki líkt til, at teir beinleiðis vóru rak, ei heldur illa fyri.
Blaðið Sjóvarmál hjá Havstovuni skrivar, at tá kannað varð eftir, hvaðani hesi hol stavaðu, vísti tað seg, at tað vóru hvítir ?ormar?, sum komu út úr holunum.
Tað vísti seg nevniliga, at hetta vóru bendilorma-larvur ? ella sonevndar plerocercoid-larvur.
Tey, sum kannaðu hesar ?ormar? siga, at í áttatiárunum vóru bendilormar stundum sæddir á flakavirkjum, har upsi varð arbeiddur.










