Hol í ES sjógvin!

Oddagrein:

Ein trygg føroysk leið inn í ES er nú slóðað. Nú mugu vit tora at royna hana, sigur Edmund Joensen. Við hesum ger Edmund hol í sjógvin og setur av álvara á ES orðaskiftið í Føroyum. Uttan mun til, hvat ein annars heldur um initiativið, so eigur tað at verða nýtt sum eitt kærkomið høvi til eitt opið og erligt tjak um hetta evnið. Heilt síðan 1972 hevur ES mestsum verið tabu í føroyskum politikki. Tað er vælskiljandi, tí her hanga so nógvir vinnuligir og tjóðskaparligir ivaspurningar uppií. Men tíðir broytast og vit broytast við. Tjóðin, har ES var um enn uppaftur meira tabu enn í Føroyum, Ísland, er í ramasta álvara farin at umhugsa limaskap. Sama støðan er í Noregi og kemur tann dagur, tá hesir okkara fremstu kappingarneytar, gerast ES limir, kunnu Føroyar fáa stórar trupulleikar – ikki bert á vinnuøkinum, men eisini tá hugsað verður um øll tey mongu samstarvsøkini. Sostatt má okkurt henda í hesum máli, og føroyskir politikkarar kunnu ikki í tað óendaliga halda fram við at mala um heita greytin, men noyðast nú at seta spónin í. Harvið hava vit ikki sagt, at vit skulu søkja um limaskap, men vit eiga nú at byrja orðaskiftið um, hvat vit vilja og ikki fara fram eftir fummum, sum opinbart gjørt hevur verið í EFTA málinum.

 

Vanlig politisk mannagongd er, at tað er uttanríkisráðharrin, sum tekur tey uttanríkispolitisku initiativini. Men tað er ikki heilt óvanligt, at slík stig verða tikin av parlamentarikarum og mangan eru tað júst hesi stigini, sum flyta mørk. Vit minnast, at Annfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, tók slík stig, og tí eigur uttanríkisráðharri Fólkafloksins ikki at gerast firtin um initiativ Edmunds. Heldur eigur hann at fegnast, um at Edmund hevur virkað sum ísbrótari í hesum máli. Føroyar hava jú leingi roynt at fáa í lag formligt samstarv við ES innan karmarnar av fríhandilssáttmálanum, men eru at kalla onga leið komin orsakað av formalistiskum og búrokratiskum forðingum. Innlitsmál hava avdúkað, at okkara egnu embætisfólk eins og skrivstovuveldið í ES og í Danmark lítla trúgv hava til eitt tættari og formaliserað samstarv við ES, so leingi vit eru í ríkisfelagskapinum. Stórir partar av løgtinginum hava helst somu áskoðan. So er spurningurin, um vit skulu smyrja okkum við hesa støðu og liggja eitt sjóvarfall fyri og annað eftir av okkum, meðan íslendsku og norsku bátarnir leggja frá landi.

 

Tað er við hesi støðu í baksýni, at ein skal meta um initiativið hjá Edmundi Joensen. Vit mugu nú vinna á okkara takførisótta mótvegis ES samveldinum og gera upp við okkum sjálvi, hvussu langt vit eiga at fara. Tað, sum er veruliga nýtt og týdningarmikið við tiltaki Edmunds, er, at vit kunnu sleppa so langt, sum vit vilja, uttan at missa ómissandi rættindi á fiskiveiði- og fiskivinnuøkinum. Edmund hevur fingið, sum hann tekur til greiðar ábendingar eru um, at Føroyar trygt kunnu gerast partur av Europasamveldinum og samstundis varðveita føroyska fiskivinnupolitikkin og umsitingina av fiskatilfeinginum. Hetta er niðurstøðan av óformligum fundi, sum Edmund hevur havt við finska Olli Rehn, ES-nevndarlim, við ábyrgd av ES-víðkanini. Hetta merkir, at borgarar og vinna í Føroyum sleppa undan at stúra fyri fiskivinnupolitikkinum og føroyska fiskatilfeinginum, um Føroyar skuldu valt at blivið partur av Europasamveldinum.

 

ES er áhugað at fara undir nærri samrøður og møguligar samráðingar við føroyskar myndugleikar um treytir fyri, at Føroyar kunnu gerast partur av samveldinum. Landsstýrið eigur at nýta hetta høvið at skatta dýpið og finna útav, hvørjar møguleikar vit , og her eiga allir møguleikar at verða kannaðir heilt frá limaskapi til meira ella minni fastar tilknýtisformar. Edmund hevur við sínum stigi gjørt bæði ES serfrøðingum og donskum so væl sum føroyskum serfrøðingum fyri skommum og tað vildi verið skeivt ikki at nýta hetta høvið til at finna politisku knattstøðuna og seta nýggja kós.

 

Uttanríkisráðharrin eigur nú at ásanna, at hetta er eitt mál fyri politikkarar og ikki fyri embætisverk. Hann eigur at byrja við einum uttanríkispolitiskum aðalorðaskifti á tingi, har ES spurningurin er ein aðaltáttur og so eigur hann at úvega sær tær neyðugu heimildirnar og so fara undir tær sonderingar, ið skulu gera tað møguligt hjá løgtingi, vinnulívi og almenningi at taka støðu í hesum stóra og álvarsama máli. Hetta hevur skund. Tá Ísland og Noreg eru farin undir realitetssamráðingar, er longu ov seint, vit skulu fyri einaferð skuld vera undanbáturin og ikki eftirbáturin.