HOGNI gevur nýtt staklag út

Hoyr nýggja sangin hjá føroyska sangaranum her

Høgni Lisberg hevur latið enn ein nýggjan sang úr hondum. Hann hevur givið tvey stakløg út seinastu tíðina, og nú er tað fjórða staklagið úti. 

Hetta nýggja lagið eitur "Crystal Ball", og tað kom út hin 12. juni.

Lagið er tøkt á teimum ymsu stroymingartænastunum, og so liggur tað eisini á YouTube.

HOGNI hevur í eina tíð arbeitt upp á eina nýggja plátu, sum eftir ætlan kemur út í heyst. 

Tú kanst hoyra nýggja staklagið hjá føroyska sangaranum "Crystal Ball" her:

##med2##