Hogdson heiðraður

ASCAP, sum er ein stytting fyri The American Society Of Composers, Authors and Publishers var sett á stovn í New York City hin 13.februar í 1914.
Endamálið hjá felagsskapinum er at taka sær av upphavsrættindum og fíggjarviðurskiftum hjá eitt nú tónaskøldum. Ein av uppgávunum hjá stovninum er at fylgja við hvussu ofta løg verða spæld í útvarpi og sjónvarpi, umframt at tryggja sær at royalties(lønir) koma á rætta stað.
Árliga afturvendandi heiðurstiltakið hjá ASCAP varð hildið seinasta mei mánaða. Sonevnda POP virðislønin varð í ár latin Roger Hodgson, fyrrverandi oddamanni og høvuðssangskrivara í enska bólkinum Supertramp, fyri lagið Give A Little Bit. Orsøkin til hetta er, at sangurin var ein hin mest spældi á yvirlitinum hjá ASCAP fyri árið 2005.