Hoffenheim mátti lúta

Toppdysturin í týskum fótbólti um vikuskiftið endaði við sigri til stóra felagið. Uppflytararnir Hoffenheim hava tikið øll á bóli í ár, og liðið lá á odda fyri toppdystin ímóti stórfelagnum Bayern. Hoffenheim legði seg á odda, men Bayern javnaði. Og í yvirtíðini av dystinum skoraði Luca Toni sigursmálið fyri Bayern, sum nú liggur undir liðini á Hoffenheim við 34 stigum.