Týska toppliðið Hoffenheim er áhugað í spælara hjá danska felagnum FC Keypmannahavn, nú toppskjúttin hjá liðnum er skaddur. BT skrivar, at Hoffenheim, sum leitar eftir álopsspælara, hevur vent eyguni ímóti Cesar Santin, sum spælir fyri FCK. Umboðsmaðurin hjá Santin vil ikki gera viðmerkingar til søguna.










