Íslendingar hava higartil í ár fiskað nógva lakssild.
Lakssild er uppsjóvarfiskur yvir djúpum vatni, kemur upp móti vatnskorpuni á nátt, og niður á umleið 400 metrar um dagin.
Hann verður í mesta lagið 9 cm, vanliga støddin er 4 til 6 cm.
Lakssild heldur til frá Íslandi og Føroyum suður móti Antarktis. Í Eystursjónum, í Miðjarðar-, Reyða-, Indiska- og Kyrrahavinum, er vanligur við Føroyar.
Hoffell av Fáskrúðsfirði landaði aftur í Vestmannaoyggjunum í gjár, teir høvdu 715 tons av lakssild. Hoffell hevur higartil fiskað 4.035 tons av lakssild, teir byrjaðu henda fiskiskapin 18 januar. Alt er fiskað á Suður- og Suðurvesturlandinum, mest í Grindavíkardýpinum.
Íslendingar eru sera væl nøgdir við fiskiskapin eftir lakssild higartil í ár, lakssildafiskiskapur kann gerast eitt gott íkast hjá nóta- og trolaraflotanum,sum er sera kærkomið, verður sagt úr Íslandi.