Høvuðsvenjarin hjá Ferancvaros hevur fingið sekkin

Tað gjørdist dýrt fyri Stanisláv Tjertjesov at tapa fyri KÍ

Eigarar og leiðslur hjá evropeiskum stórfeløgum hava ofta stutt fjús og lítið tol, og í so máta er Ferancvaros einki undantak.

 

Tað verður ikki tolt, at eitt stórfelag sum Ferancvaros tapir fyri einum liði úr einum pinkulandi, og Norðlýsið veit í kvøld at siga á heimasíðu sínari, at høvuðsvenjarin hjá Ferancvarois, Stanisláv Tjertjesov hevur fingið sekkin aftaná 0-3 tapið fyri KÍ í Champions League undankappingini.

 

Stanisláv Tjertjesov vísti longu aftaná 0-0 javnleikin í Klaksvík í farnu viku, at hann var undir trýsti, tí tá møtti hann ikki til tíðindafundin aftaná dystin við Djúpumýru.

 

Stanisláv Tjertjesov stóð á odda fyri russiska landsliðnum millum 2016 og 2021. Sostatt var hann landsliðsvenjari, tá Russlandi var vertstjóð fyri HM í 2018.

 

Stanisláv Tjertjesov er eisini fyrrverandi landsliðmálverji hjá Russlandi. Hann spældi nakrar landsdystir fyri gamla Sovjet og spældi 39 landsdystir fyri Russland árini millum 1992 og 2000. Tveir av hesum dystunum vóru móti Føroyum.

 

Tann fyrri var í Moskva í mai í 1995. Russland vann 3-0, eftir at tað var málleyst fyrsta tíman av dystinum. Seinni dysturin var ein minnisríkur dystur í føroyskari fótbóltssøgu. Tað var seinni sama árið, at Russland vann 5-2 á Svangaskarði.

 

Sermerkt við dystinum var, at Føroyar komu á odda 2-1 í seinna hálvleiki. Henning Jarnskor javnaði í fyrra hálvleiki til 1-1. Tá seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal legði Todi Jónsson Føroyar á odda 2-1. Í fimm minuttir høvdu Føroyar russisku bjørnina á knøunum, men tað vendi skjótt og Stanisláv Tjertjesov og hansara menn vunnu dystin 5-2.

 

Í kvøld gjørdist Stanisláv Tjertjesov aftur partur av føroyskari fótbóltssøgu, men hesumegin var hann partur av tapandi liðnum, og tað fekk fylgir longu í kvøld.