Journalistar úr Havn við áhuga fyri norðurlendskum viðurskiftum, kunnu nú søkja um stipendium úr nýstovnaðum norðurlendskum grunni, sum stýrið fyri Hässelby slott umsitur.
Hässelby slott, ið liggur skamt uttan fyri miðbýin í Stockhólmi, hevur seinastu 30 árini verið karmur um mentanarvirksemið hjá teimum norðurlendsku høvuðsstaðunum.
Tórshavn kom saman við Nuuk og Mariehamn upp í hetta samstarv fyri nøkrum árum síðani.
Stýrið fyri Hässelby slott avgjørdi í fjør at seta á stovn eitt journalistastipendium í eini roynd at økja um áhugan í Norðurlondum fyri norðurlendskum viðurskiftum og eini greining av teimum.
Styrknjótarin skal hava tilknýti til ein norðurlendskan høvuðsstað, og tilfarið, sum hann fær til vega, skal kunna almannakunngerast.
Í 1998 verður soleiðis høvi hjá tveimum journalistum at búgva í 14 dagar á Hässelby slotti við hálvum kostarhaldi umframt ókeypis ferð aftur og fram.
Umsóknir skulu stílast til: Hässelby slott, box 520, S-162 15 Vällingby og skulu verða inni í seinasta lagi 1. mars 1998.
Meira fæst at vita við at venda sær til Leiv Hansen, býráðsformann í Havn, tlf. 15160, ella Torbjørn Forsell, stjóra á Hässelby slotti, tlf. +46-8-620 34 40.