Høvuðsrøðari á heimsins vakrasta røðarapalli

- Tað er ein stórur framíhjárættur og ikki á hvørjum degi, at høvi býðst at halda røðu á heimsins vakrasta røðarapalli - á toppinum á Lítlu Dímun, heldur løgtingskvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Teir, sum varða av Lítlu Dímun, skipaðu aftur í ár fyri fólkafundi úti í oynni. Hetta er ein sannur hátíðardagur og ein stór uppliving fyri luttakararnar.

 

Í ár vóru fleiri enn 100 luttakarar, og øll vórðu flogin út í oynna við tyrlu úr Hvalba. Veðrið var av tí allar fagrasta, ikki ein ond og fantastiskt útsýni yvir hav og oyggjar.

 

Sum altíð vóru nógv góð tiltøk á skránni, eitt nú søgan um oynna, røður, tónleikur, sangur og føroyskur dansur. Høvuðsrøðari í ár var løgtingskvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Elsebeth sigur, at fyrireikararnir spurdu hana í 2021, meðan hon enn var landsstýriskvinna í almannamálum, um hon kundi verða høvuðsrøðari.

 

Tað játtaði hon.

 

- Tað er jú ein stórur framíhjárættur og ikki á hvørjum degi, at høvi býðst at halda røðu á heimsins vakrasta røðarapalli - á toppinum á Lítlu Dímun.

 

Í 2021 gjørdist túrurin av ongum, tí líkindini loyvdu tá ikki einum slíkum tiltaki.

 

- Sum øllum kunnugt valdi eg at fara úr landsstýrinum í desember mánaða í 2021, men innbjóðingin frá stigtakarunum stóð við til fólkafundin í 2022, og tað fegnist eg um, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Hon heldur, at árligi fólkafundurin í Lítlu Dímun er eitt sera gott tiltak, sum hon tekur fult og heilt undir við, samstundis sum hon vónar, at tiltakið fer at halda fram. 

 

- Hetta er eitt gott dømi um, hvussu umráðandi tað er við eldsálum. Eldsálir fáa ting at henda, og tað eru slíkum fólkum, vit hava brúk fyri, sigur løgtingskvinnan, sum her gevur okkara lesarum høvi at lesa røðuna, hon helt í Lítlu Dímun henda dagin.

 

Røðan kann lesast á leinkjuni her niðanfyri - 

 

https://drive.google.com/file/d/1wZ7tYUgu8nze4t74-yQQIyiXDo0jYoo4/view?usp=sharing