Høvuðsnavnið spælir í kvøld

Nógv hava glett seg til framførsluna hjá danska rockbólkinum Nephew á ársins G! Festivali. Hóast teir hava framført á festivalinum fleiri ferðir áður, verða teir aftur hesaferð roknaðir sum høvuðsnavn á G!, og roknað verður við stórari áhoyrarafjøld á Sandinum í kvøld.

Simon Kvamm, sum er føddur í Silkeborg, hevur skydfólk í Gøtu, tí abbi hansara var gøtumaður, og tað hevur helst verið viðvirkandi til, at eitt serligt samband hevur verið millum Nephew og G! Festivalin.

Simon Kvamm var at síggja á G! Festivalinum í gjárkvøldið, og hann segði seg gleða seg til framførsluna í kvøld. Hann lovaði, at konsertin fór at verða minnilig.

Nephew fer á pallin kl. 23.50.

Seinasta framførslan á Sandinum á ársins G! Festivali verður kl. 02, tá ið Boys In A Band gera comeback.