Høvi at vitja litfagurt heim á Signabø

Sunnudagin 14. juni letur Eiler Fagraklett heim sítt á Signabø upp fyri almenninginum.

Sunnudagin 14. juni verður eitt forvitnisligt tiltak á skránni á sundalagsstevnu í Kollafirði.

 

Hetta tiltak verður seinnapartin henda dagin, tá høvi verður at vitja heima hjá Eileri Fagraklett - næstan úti á Sperm - sum sagt verður í skránni fyri sundalagsstevnu.

 

- Húsini hjá lokala javnrættisstríðsmanninum og Altso-luttakaranum eru eins og húsaeigarin ikki heilt sum hini.

 

Í stevnuskránni verður víst á, at litføgra og øðrvísi heimið hjá Eileri hevur verið at sæð í Kvinnu og í øðrum miðlum. Men, á sundalagsstevnu fær almenningurin eisini møguleikan at vitja húsini.

 

Eiler Fagraklett fer at lata dyrnar alment upp fyri fólki, sum eru áhugaði í at síggja eitt heim, ið brýtur burtur úr tí vanliga, og neyva adressan hjá honum er Mylnugøta 7, Signabøur.