Høvðusstaðurin eigur ársins kór

Tað gjørdist kamarkórið úr høvuðsstaðnum, Tórshavnar Kamarkór, ið vann FMA virðislønina fyri Ársins bólk/kór í opnabólkinum.


Kórið gav í fjør út fløguna Kvøldtankar í samband við, at tað vóru tretivu ár síðani, at kórið varð sett á stovn. Á útgávuni vóru 14 føroyskir sangir.


Tað er Bernharður Wilkinson, ið hevur stjórnað kórinum seinastu sjey árini.


Hini, ið vóru tilnevnd til Ársins bólk/kór vóru Alda Magna og Føroya Symfoniorkestur.