Høvdu skil á 1000 týskarum

Eingir trupulleikar stóðust av mongu týsku viðhaldsfólkunum, sum vóru til landsdyst týskvøldið.

Umleið 1000 týskarar hava verið í Føroyum um dagarnar fyri at fylgja við landsdystinum ímillum Føroyar og Týskland. 750 teirra vóru til dystin, meðan aðrir 250 ikki fingu atgongumerki og fylgdu við dystinum annaðhvørt við at vera uttanfyri Tórsvøll ella fylgja dystinum á stórskíggja í Dansifrøi.

 

Martin Berg fyriskipaði trygdina um dystin fyri løgregluna saman við Tórsvølli og FSF. Hann sigur, at alt spældi væl av. Onkur royndi at klintra um girðingina uttan at hava atgongurmerki, men vaktarfólkið varnaðist tað og tey sluppu ikki inn.

 

Hóast tað áður hava verið sokallaðir high-risk dystir í Føroyum, har trygdin má vera treytaleyst í hásæti, so var hetta talan um ein middle-risk dyst. Hetta vóru løgreglan, Tórsvøllur og FSF, sum annars samstarvaðu væl um trygdina, komin fram til í fyrireikingini til dystin.

 

- Týskland er eitt somikið stórt land, har flestu sjálvandi eru hampafólk, men tað er altíð onkur ímillum, sum kanska ikki skikkar sær væl. Men tað vóru vit fyrireikaðir upp á, sigur Martin Berg.

 

Umframt at løgreglan kunnaði almenningin undan dystinum um eitt nú at møta í góðari tíð, hvat ein kundi hava við sær á Tórsvøll o.s.fr, so metir Martin Berg, at eitt gott samskifti við týskararnar bara kastaði gott av sær.

 

- Vit høvdu gjørt ein faldara á týskum, har vit bjóðaðu teimum at vera vælkomin og góvu teimum upplýsingar um sitipláss o.s.fr. Vit royndu at møta týskarunum dagarnar undan dystinum og fáa eitt prát við teir. Vit hava bara fingið sera góðar afturboðanir um tað, sigur Martin Berg at enda.

 

Løgreglan og vaktarhaldið fara í næstum at hava eftirmetingarfund, soleiðis sum vanlig mannagongd er eftir hvønn dyst.