- Hetta má sigast at vera rokfiskiskapur.
Tað staðfestir Kári P. Højgard, tingmaður fyri sjálvstýrið.
Hann hevur spurt landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, um royndarfiskiskap á Føroyabanka í summar
Úrslitið vísir, at báturin hevur ligið um 20.000 - 21.000 pund á tí sum svarar til 17 stampum við 400 húkum á hvørjum stampi - og tað má sigast at vera rokfiskarí, sigur hann.
Hann heldur eisini, at hetta stendur rættiliga í andsøgn til, at Magnus Heinason bara fekk 29 toskar í yvir 30 hálum á Føroybanka.
Báturin hevur verið á Føroyabanka fýra ferðir í ár
Tann fyrsta túrin frá 10. – 12. januar fekk báturin tilsamans 21.216 pund.
Av hesum vóru næstan 8.000 toskur, men hann fekk eisini 5.500 pund av longu og 2.400 pund av hýsu og 5.100 pund av skøtu.
Annan túrin frá 30. mai til 1. juni, fekk hann sløk 15.500 pund, harav 2.900 pund vóru toskur, góð 7.200 pund vóru longa og sløk 3.200 pund vóru skøta.
Triðja túrin frá 19. -21. juli, fekk báturin 18.700 pund. Av teimum vóru 3.300 pund toskur, góð 8.700 pund vóru longa og 4.700 pund vóru skøta.
Fjórða túrin frá 4. – 7. september fekk báturin sløk 19.000 pund, har 2.700 pund vóru toskur, 10.000 vóru longa, 6.000 pund vóru skøta.
Afturat øllum hesum fekk báturin smærri nøgdir av kalva, havtasku, brosmu og upsa.
- Hesar royndirnar vísa, at tað ber til at hava gott fiskarí við fáum húkum.
Kári P. Højgaard heldur, at hetta mátti verið grundarlag fyri at loyvt nakað av fiskiskapi á Føroyabanka, eitt nú eftir havtasku, men hann saknar eisini, at royndir verða gjørdar við línu.
Les eisini: Toskurin á Føroyabanka í stórari kreppu