Í gjárkvøldið kom nýggjasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum - Christian í Grótinum - undir land í Føroyum, og í løtuni liggur skipið norðanfyri.
Klokkan 16 í dag verður móttøka í Klaksvík, tá skipið leggur at. Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja skipið, og her verða ongar avmarkingar.
Bogi Rasmussen er skipari á Christiani í Grótinum, og saman við manning og øðrum hevur hann ført skipið heim úr Skagen.
- Vit høvdu gott veður fyrra helming av túrinum, men seinnapartin í gjár fingu vit illveður. Hann var sunnan í ættini, og vit høvdu hann beint undan.
Bogi Rasmussen sigur, at vindstyrkin lá millum einar 20 og 30 metrar um sekundið, og skipið førdi seg ómetaliga væl.
- Eg var sera væl nøgdur við, hvussu skipið bar seg í illveðrinum, sigur hann.
Tað er Karstensens Skibsværft, sum bæði hevur teknað og bygt skipið, sum er 90 metrar langt og 17 metrar breitt.
Nýggi Christian í Grótinum er ikki eitt framleiðsluskip, men skipið er so væl útgjørt sum eitt skip til hesa vinnu kann vera í dag.
- Tað merkir eisini, at vit koma at føra til lands bestu dygd av fiski til virkingar í landi, sigur Bogi Rasmussen.
12-14 mans verða við Christiani í Grótinum, og avloysari sum skipari hjá Boga Rasmussen verður pápabeiggin, Páll Rasmussen.
- Jú, hetta kenst sera væl. Skipið hevur riggað væl á teimum royndartúrum, sum eru gjørdir, og onkrar justeringar eru gjørdar.
Bogi Rasmussen sigur, at trolspølini eru el-drivin, og tey eru sponsk. Hetta eru somu spøl, sum eru umborð á øðrum nýggjum skipum og sum hava víst seg at rigga væl.
- Vit loysa helst um einar tveir dagar, og á fyrsta túri verða vit nakrir mans fleiri umborð, tí onkrir teknikarar frá veitarum verða eisini við, sigur Bogi Rasmussen.