Fiskiveiðieftirlitið hevði ikki heimild til at draga gørnini hjá Anitu og at senda reiðaranum rokningina.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann hevur nú svarað upp á nakrar spurningar frá Gunvør Balle, tingkvinnu, um viðurskiftini hjá Anitu.
Eftir lógini kunnu gørn í mesta lagi standa í 72 tímar, men gørnini hjá Anitu sluppu at standa í hálvan annan mánað, og Gunvør Balle vil hava at vita, hvussu slíkt kann bera til, hóast tað hevur verið kallað eina umhvørvisvanlukku
Jacob Vestergaard staðfestir, at reiðarin hevði bara Anitu at draga gørnini við.
- Men Anita fekk siglingarbann frá Sjóvinnustýrinum, tá ið hon kom í havn, og manningin bleiv send av landinum
- Fiskiveiðieftirlitið kann ikki tvinga reiðaran at taka gørnini inn, staðfestir Jacob Vestergaard.
Hann staðfestir, at tað er brot á lógina, at gørnini hava staðið so leingi og avleiðingin av tí kann vera, at reiðarin fær bót, og at Anita missur fiskiloyvi í upp til ein mánað.
Fiskiveiðieftirlitið sigur, at tað hevur heimild til at at draga gørnini og at senda roknininga til eigaran.
Fiskiveiðieftirlitið kann draga gørnini fyri egnu rokning, men stovnurin heldur, at tað hevði ikki verið ráðiligt við teirri játtan, hann hevur á fíggjarlógini.
Les eisini: Hetta er fúl skomm
Hevði Brimil ella Tjaldrið tikið gørnini upp, varð veiðan tveitt fyri borð, eins og reiðskapurin hevði farist illa av tí, at skipini ikki eru egnað at draga gørn.
- Eisini av hesum orsøkum var hetta ikki mett at vera ein góð loysn, sigur Jacob Vestergaard.
Les eisini: Reiðarin á Anitu hevur sjálvur ábyrgdina
Hann heldur ikki, at tað er nøktandi, at myndugleikin ikki kann draga gørnini draga fyri eigarans rokning.
- Fyri at kunna draga gørnini fyri eigarans rokning, er neyðugt at hava greiða heimild.
- Eg ætli mær at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at fáa slíka heimild, sigur Jacob Vestergaard.
|