Nú ber til at lesa ferðafrásøgnina frá Ævintýrrenningini hjá teimum 11 danskarunum, sum hava verið á eini heldur øðrvísi ferð í Føroyum.
Fyrr í ár vóru 11 danskir rennarar í Føroyum, har tey í fimm dagar runnu ymsastaðni í Føroyum.
Talan er um ein nýggjan máta at ferðast í Føroyum, har tú í fimm dagar upplivir eina rúgvu við at renna ymsastaðni. Hesin túrurin, sum teir ellivu rennararnir royndu fyrr í ár, kallast Ævintýrrenning.
Í fimm dagar runnu donsku rennararnir í eitt nú Vágum, Mykinesi, Vestmanna, Gjógv og í Tórshavn. Hvønn dag runnu tey millum 15 og 20 kilometrar.
Ein ferðafrásøgn frá túrinum kom í gjár út á heimasíðuni hjá donsku avísini, Politiken, har greitt verður frá teimum ymsu teinunum, sum tey runnu. Serliga er tað tað umskiftandi veðrið, sum rennararnir hava lagt merki til.
- Veðrið broytist so mikið skjótt, at tú nært ikki at gerast ørg um tað, sigur Johanne Christini í ferðafrásøgnini.
Til ber at lesa ferðafrásøgnina frá Ævintýrrenningini her










